Tip:
Highlight text to annotate it
X
"Gomlu hættirnir, at skilja okkum at við rasistiskari-, kynsligari-, átrúnaðarligari-
ella tjóðskaparligari sjauvanismu, virka ikki longur."
"Spurningurin, um hvør eg eri - um eri góður ella ikki, megni nakað ella ei -
hann lærir man svarið til á vegnum."
"Tað er bert ein ferð,
har kósin kann skifta til eina og hvørja tíð.
Tað er bert eitt val. Onki stríð, onki arbeiði, ongin pengauppsparing."
"Eg innsá at eg hevði misskilt spælið.
Spælið var at finna fram til hvat eg longu var."
Vit sóu
hvussu týdningarmikið tað var,
at vit í sinninum
náddu tí víðgongdu kollveltingini.
Tað er ein kreppa; ein kreppa hjá tilvitskuni.
Tað er ein kreppa, ið ikki longur
kann góðtaka gomlu livireglurnar,
gomlu mynstrini,
aldagomlu siðvenjurnar.
Og, havandi í huga núverandi heimsmynd;
alla neyð,
ósemjur,
oyðandi brutalitetur,
aggressjón,
og so framvegis.
Menniskjan
er óbroytt.
Er framvegis brutal,
harðskapssinnað,
stríðshugað,
ránsk,
kappingarsinnað.
Og menniskjan hevur smíða eitt samfelag
út frá hesum fyritreytum."
Tað er ikki eitt tekin upp á góða heilsu, at ein er væl tillagaður einum samfelagi, ið er grundleggjandi sjúkt. - J. Krishnamurti
Dagsins samfelag,
er samansett av eini røð av skipanum.
Alt frá politiskum skipanum,
lógarskipanum,
og átrúnaðarligum stovnum.
Aftrat býtinum eftir sosialum bólkum,
familjuvirðum,
og fakligari spesialisering.
Tað er eyðsæð, at hesir siðbundnu bygnaðirnir hava stóran týdning,
hvat okkara fatanarevni og okkara sjónarhorni viðvíkur.
Men, av øllum teimum sosialu skipanum, vit verða fødd inní,
stýrd av og eru treytaði av,
tykist tað ikki at vera nøkur skipan, so nógv tikin fyri givið,
og misskild,
sum pengaskipanin.
Við eini upp á tiknari átrúnaðarligari tign,
er trúgvin á pengaskipanina tann, ið minst spurningar verða settir við.
Hvussu pengar verða skaptir,
mannagongdirnar, ið stýra skipanini
og hvussu hetta veruliga ávirkar samfelagið,
vekir ongan áhuga hjá vanliga borgaranum.
Í einum heimi, har 1% av fólkinum eigur 40% av ríkidøminum.
Í einum heimi, har 34.000 børn doyggja dagliga
av fátækradømi og sjú***, ið kunnu fyribyrgjast,
og hvar 50% av fólkinum livir fyri minni enn 2 dollarar um dagin...
Eitt er vist.
Okkurt er, sum er heilt galið.
Og, um vit eru tilvitaði um tað ella ei; tað, ið heldur lív í okkara skipanum,
og harvið sjálvum samfelagnum,
er pengar.
Tí er tad av alstórum týdningi, at vit skilja pengaskipanina og hennara mannagongdir,
um vit skulu skilja hví lív okkara eru, sum tey eru.
Tíverri verður búskaparfrøði ofta sæð sum nakað forvirrandi og keðiligt.
Endaleysir streymar av fíggjarligum fakmáli, saman við ræðandi støddfrøði,
fáa fólk skjótt at missa alla vón, um at skilja skipanina.
Men fakta er:
At alt tað torskilta, ið vit seta í samband við fíggjarligu skipanina, er bert ein fasada.
Spakt til at fjala yvir ein av teimum mest lammandi bygnaðunum,
mannaættin nakrantíð hevur verið vitni til.
"Ongin er so trælbundin, sum tann bundni, ið heldur seg vera frælsan." - Johann Wolfgang von Goethe - 1749-1832
Fyri nøkrum árum síðani, prentaði amerikanski sentralbankin, the Federal Reserve,
eitt skjal, kallað "Modernaðar penga-mekanismur".