Tip:
Highlight text to annotate it
X
Wikipedia er uttan-yvirskot, men tann fimt mest vitjaða heimasíðan í heiminum. Allar greinir á Wikipedia eru skrivaðar av sjálvbodnum.
Vit ynskja at greiða tær frá um nakrar av teimum...
Eg komi frá Nepal
Eg komi frá Iraq
Eg eri úr India
Eg komi frá Byran, New Jersey
Eg búgvi í Birmingham, Ongland
Chicago, Illinois -- La Paz, Bolivia -- Nairobi, Kenja
Kuala Lumpur, Maleisia -- Milan í Italia -- Suðurafrika
Pólland -- Japan -- Armenia
Brasil -- Russland -- Botsvana
Ísrael -- Usbekistan -- Hong Kong
Istanbul -- Meksiko
Chattanooga, Tennessee
Frá tí at eg meldaði meg til á Wikipedia í 2008, byrjaði eg nógvar greinar.
Ein av teimum, eg meini at tað var um eina damu, sum eitur Mariam Nour.
Vit høvdu ikki nakra grein um tað, so -- og hetta var mín fyrsta grein.
So eg gloymdi alt um tað! Kanska eini tvey ella trý ár seinni,
I kom framvið hesa greinina. Eg gjørdist sera bilsin.
Meira enn 100.000 fólk høvdu lisið hesa greinina.
Tey brúktu hana, so tey fingu kunning frá hesi greinini. Tey komu framvið hesa greinina,
so ein følir tað, sum um ein hevur ávirkað meira enn 100.000 fólk.
Eg var barasta so bangin, tá eg trýsti á "rætta" knøttin fyri fyrstu ferð.
Eg hugsaði, "O, tú góðasti Gud, eg fari at oyðileggja tað heila! Tað kann ikki virka! Eg kann ikki gera tað!"
Wikipedia er ein 'opin kelda' (open source) -- har øll kunnu kasta inn hansara ella hennara hugskot
og so kemur onkur annar og snøggar til tað hugskotið fyri at gera tað einastandandi.
Tað eru túsundavís av fólki sum arbeiða hvønn dag, hvønn tíma, hvørt minutt á Wikipedia, fyri at betra tað.
Nógv av hesum er sjálvboðið. Hetta er ein einastandandi máti at gera okkurt sjálvboðið.
Hetta førir saman bæði lærd og amatørar, sum hava ein kærleika fyri einum ávísum evni.
Fólk sum høvdu ymiskar meiningar frá byrjan fara sum frálíður at samstarva.
Nógv av hesum gongur tú út frá at stórar internet fyritøkur eiga at taka sær av
men tað eru sjálvboðin sum eg, ið gera arbeiði.
Tú kanst ikki bara siga: "Alt í lagi, eg havi rætt, og tú tekur feil, hetta er mín versjón av greinini!"
Um tað er talan um at halda við onkrum,
so hevur onkur sikkurt sett eitt merki við, og um ikki, so kann eg nú seta frámerki á tað eisini.
Tað eru hundadavís og túsundavís av fólki ið síggja tað
og sum rætta tað.
Og so trýsti eg á knøttin og
Bum - Ferðin byrjaði og tað var fantastiskt.
Fyrst byrjaði eg við "Sannlíkindi".
Tann fyrsta greinin ið eg byrjaði var "Sannlíkindi".
Ein av mínum høvuðsgreinum, sum eg havi skrivað á Wikipedia var
greinin um sár av at verða stungin við kvívi.
Eg skrivi um flugufiskarí,
Søguna hjá Montana, søguna hjá National park, Yellowstone.
Ov lítið gagnnýttar avgrøðir. Telvarar. Lívfrøðiligt margfeldi.
Evni um hernaðar søgu. Armenska søgan. Rómverska søgan.
Dómarar. Samskifti. Lívssøgur. Fótbólt.
Írland. Pennsylvania. Mest myndatøka.
Pink Floyd. At baka, tí eg elski at baka.
Kjarnorkuvápn og geislavirkni,
og at sigla við optimist jollum. 00:02:52,201,00:02:56.000 Tað er øll henda kunning, sum er úti har, sum er nokk so spjødd
og vit savna alt saman á einum staði.
Vit bjóða ókeypis vitan fyri øll,
á teirra egna máli, so tey kunnu brúka tað.
Øll fáa ágóðan av hesum hvørt tey eru rík ella fátøk.
Yvirskots fyritøkur hava ymisk endamál og ymisk krøv.
Frá Wikimedia Foundation taki eg ikki ímóti nakrari løn, og harumframt so havi eg heldur ongar útreiðslur.
Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at eg kann siga klárt og týðiligt,
Hygg her, tá eg spyrji teg eftir pengum, so er tað ikki pengar til meg sjálva/sjálvan --
I biðji teg um at geva pengar til Stýrið (the Foundation), sum er tað toymi, sum stuðlar hesum einastandandi felagsskapinum, sum eg eri ein partur av.
Eg haldi, at Wikipedia gav mær møguleikan veruliga at gera ein alstóran mun í heiminum.
Tað er sum ein íløga í framtíðina, fyri framtíðina hjá tínum børnum.
Takk fyri
Innihaldið í hesum video'num er tøkt undir Creative Commons Attribution-ShareAlike License v3.0 (http://creativecommons.org/licenses/by-sa/3.0) um ikki annað verður nevnt. Hetta verkið er kann vísast til: Victor Grigas, Wikimedia Foundation. Meiningar og úttalilsi í hesum video hoyra útilokandi til tey fólk sum síggjast í videonum, og vísa ikki neyðturivliga politikkin ella støðurnar hjá nakrari ávísari fyritøku, felagsskapi ella institutión, ið viðkomandi møguliga er limur í. Vørumerki og logo'ir hjá Wikimedia Foundation og einum hvørjum felagsskapi eru ikki tikin við undir treytunum av hesum Creative Commons lisensi. Wikimedia vørumerki og logo, harímillum "Wikipedia" og putlispæl globus logo'ið, eru skrásett vørumerki hjá Wikimedia Foundation. Fyri at fáa meira kunning, vinarliga hygg at okkara Trademark Policy síðu (síðu um okkara politikk viðvíkjandi vørumerki), http://www.wikimediafoundation.org/wiki/Trademark_Policy ella set teg í samband við trademarks@wikimedia.org.
Hetta video er gjørt alment undir einum Creative Commons lisensi.
Eins og Wikipedia, er tað ókeypis at avrita, broyta og at deila. �