Tip:
Highlight text to annotate it
X
Hoyrið meg allar heilagar verur, meira og minni ættfólk Heimdals.
Vilt tú, Valfaðir at eg sigi frá fornsøgum manna teim fyrstu eg minnist.
Eg minnist jatnir bornir í forðum, teir sum í fyrndini fostraðu meg.
Eg minnist níggju heimar og trærøtur, hitt mikla lagnutræ enn undir moldum.
Árla í øldum, á Ymis døgum, var hvørki hav ella sandur ella svalar aldur.
Jørðin fanst ikki, eiheldur himmalin, bert gapandi tómleiki, og ongin gróður.
Áður enn Bors synir brutu upp lond, teir ið skaptu Miðgarð hin mikla,
skein sól fyri sunnan á berar hellur, tá gró grønur vøkstur úr grund.
Sól reis sunnan, felagi mánans tók seg alt hægri um sjónarringin.
Sólin visti ei hvar hon búði, stjørnurnar kendu ei sína støðu,
mánin kendi ei sína megi.
Tá gingu máttir saman á tingi, halgir gudar samráddust um:
Teir settu nøvn á nátt og niðju, heiti á morgun og miðjan dag,
seinnapart, kvøld, og skipaðu árini.
Savnaðust æsir á Iðavølli, har teir reistu høg hørg og hov.
Teir løgdu alva, smíðaðu málm, skaptu tengur og gjørdu sær tól.
Í túninum vóru leikur telgdar, teimum væntaði ikki gull.
Tá komu tríggjar sera ófýsnar jatna moyggjar úr jøtunheimum.
Tá gingu máttir saman á tingi, halgir gudar samráddust um:
Hvør skuldi skapa dvørga drótt úr blóðgaðum brimi og fjallaknotum.
Har var Móðsognir mettur mætastur av øllum dvørgum, og næstur Durin.
Teir skaptu mangar mannlíkar verur, dvørgar í jørð eftir Durins boðum.
Nýi og Niði, Norður og Suður, Eystur og Vestur, Altjóður, Dvalin,
Bifur, Bafur, Bombur, Nóri, Án og ànar, Óin, Mjøðvitnir.
Veggur og Gandálvur, Vindálvur, Tórin, Tráur og Tráin, Tekkur, Litur og Vitur.
Ný og Nýráður. Nú havi eg dvørgarnar, Regin og Ráðsvíður, rætt frásagdar.
Fili, Kili, Fundin, Nali, Hefti, Vili, Hanar, Svíur,
Frár, Hornberi, Frægur og Lóni Eyrvangur, Jari, Eikinskjaldi.
Dvørga tal í Dvalins liði, telist í mansaldrum niður til Lovars.
Teir ið komu úr berum hellum, úr jarðargrundum til jarðarvøllir.
Har var Drypni og Dólgtrasi, Høgur, Heygspori, Lævangur, Glóin,
Skirvir, Virvir, Skavingur, Ai.
Álvur og Yngvi, Eikinskjaldi, Fjalar og Frosti, Finnur og Ginnar.
Alsamt man, sum øldirnar líða, langrøkta tal frá Lovari knýtast.
Úr hesum flokki komu tá tríggir mætir og mildir æsir fram.
Funnu Ask og Emblu á landi, illa fyri og lagnuleys.
Tey høvdu hvørki lív ella anda, vit ella atferð og mannalit.
Anda gav Óðin, Hænir gav lív Lóður gav vit og mannalit.
Ask veit eg standa, eitur Yggdrasil, háviður, slettur við hvítum eyri,
haðan kemur døggin ið fellur í dalar, trúnar ævigrøn yvir Urðarbrunni.
Haðan koma tríggjar vitugar moyggjar, úr salinum undir trænum stendur.
Urð er hin fyrsta, onnur Verðandi, skóru í sneisir, og triðja er Skuld.
Tær skipaði lagnur, stungu út lív, lagnu hjá monnum, aldanna børnum.