Tip:
Highlight text to annotate it
X
Hon minnist fyrsta kríggið í heiminum, tá ið teir settu Gullveig á steyrar,
og brendu hana í høll hins Høga. Tríggjar ferð brendist hon, tríggjar ferð føddist hon,
ofta, ósjáldan, tó livir hon enn.
Hon róptist Heiði har hon kom fram, spákunnug Vølva, og rom í gandi.
Hon seið har hon kundi, seið uttan fyrilit, altíð hámett av óndum kvinnum.
Tá gingu máttir saman á tingi, halgir gudar samráddust um.
Hvørt æsir skuldu gjalda endurgjald, ella gudar krevja inn bøtur.
Óðin sendi spjótið í flokkin, tað var fyrsta stríðið í heimi.
Ásana viðja - girðing varð brotin, stríðsbúnir vanir troddu vøll.
Tá gingu megirnar allar á ting, heilagir gudar at tingast saman.
Hvør hevði spilt loftið við eitri, og givið Óð’s moy til jatnaættir.
Tór stríddist eina, sperdur av øði, hann situr sjáldan tá hann frættir slíkt.
Tá brutust semjur, orð og eiðir, tey miklu mál teirra millum.
Hon veit at Heimdallar lúður er fjaldur, undir tí bjarta heilaga trænum.
Á sær hon streyma úr mórutum fossi, av panti Valfaðirs. Skilja *** nú ella hvat?
Hon sat í einsemi tá ið hin gamli æsahøvdingin kom. Hon leit hann í eyguni:
Hvat vilt tú spyrja meg? hví vilt tú freista meg? Óðin, eg veit hvar tú fjaldi títt eyga:
Í hinum mikla Mimirs brunni.
Mimir drekkur mjøð hvønn morgun úr Valfaðirs panti. Skilja *** nú ella hvat?
Herfaðir gav henni hálsband og ringar, megi at ganda og gávur at spáa.
Tá sá hon vítt og víða um í hvørjari verøld.
Hon sá valkyrjur koma víða frá, búnar at ríða á gudanna fund.
Skuld helt á skildri, og eisini Skøgul, Gunnur, Hildur, Gøndul og Geirskøgul.
Nú eru allar Herjans dísar búnar at ríða valkyrju grundir.
Eg sá Baldur, hin blóðgaða gudin, Óðins barnið hvørs lagna er duld.
Yvir vølli vaks hin mjáði sera vakri mistilteinur.
Við hesum vøkstri ið tóktist so veikur, skeyt Høður eitt harmaskot.
Árla var Baldurs bróðir borin, eina nátt gamal fór hann í bardaga.
Hann var hvørki vaskaður ella kembdur, tá hann bar Baldurs bana á bálið.
Men *** hon græt í Fensølum um Valhallar vanda. Skilja *** nú ella hvat?
Mann sá hon liggja bundnan við ketilslund, líktist tí svika- fulla Loka.
Har situr Sigyn, óglað og skammast um sítt og síni. Skilja *** nú, ella hvat?